- Menningardeildin samstarvar við bóndan í Saksun

17.04.2018 - 15:50
InnlendisVinna
- Menningardeildin samstarvar við bóndan í Saksun
Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands millum annað um tann ófriðin, sum hevur verið í Saksun millum bóndan og ferðafólkini
Foto: Jónfinn Stenberg
Mynd: Jónfinn Stenberg  

Bóndin í Saksun, Jóhan Jógvansson, hevur fleiri ferðir í útvarpinum og aðrastaðni sagt, at hann er troyttur av nógvu ferðafólkunum, sum vitja í Saksun. Hann fær ikki frið inni hjá sær sjálvum, og tað ávirkar bæði arbeiðsdagin og privatlívið. Hann er troyttur av at verða avmyndaður í heilum og av nógvu ferðsluni bæði av bilum og fólkum til gongu.

Og í síðstu viku vóru tvær hendingar, sum greitt vísa ónøgdina hjá bóndanum. Fyrst í vikuni skrivaði hann á ein vogn í Saksun boðskapin "Hetta er ikki Disneyland, ferðafólk farið heim". Og leygardagin tosaði útvarpið við tvey ferðafólk, sum høvdu kent seg hótt av bóndanum.

Nú er nýstovnaða menningardeildin hjá Visit Faroe Islands farin í samstarv við Sunda kommunu og bóndan um at finna loysnir uppá støðuna. Menningardeildin hevur millum annað til uppgávu at menna og skipa ferðavinnuna og tey økini, har nógv ferðafólk koma.

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, sigur við útvarpið, at menningardeildin er inni í málinum, men at vognurin við omanfyrinevnda boðskapinum kom upp sama dagin, sum deildin var á vitjan við Sunda kommunu fyri fyrstu ferð. 

- Vit vilja gjarna hjálpa og finna loysnir, men fortreytin er, at tey lokalu vilja verða hjálpt, sigur hon og leggur afturat, at hendingarnar í Saksun kunnu vera ein hóttan fyri Føroyar sum ferðamannaland. 

- Líka lítið sum vit føroyingar eru vanir við at vera hóttir, tá vit fara uttanlands at ferðast, líka lítið vænta ferðafólkini at verða hótt, tá tey eru, sigur Guðrið Højgaard.

Sambært stjóranum í Visit Faroe Islands verður roynt at finna eina loysn í felag, sum bæði ferðavinnan, kommunan og tey lokalu eru samd um. 

Hoyr samrøðuna við Guðrið Højgaard omanfyri. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andaktin
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098