Allir uppstillaðu flokkarnir komu inn

25.04.2018 - 15:44
Útheimurin
Allir uppstillaðu flokkarnir komu inn
Kim Kielsen hevur seks flokkar, sum hann kann setast við samráðingarborðið við.

Til grønlendska Landstingsvalið, sum var í gjár, vóru sjey flokkar uppstillaðir. Og allir sjey flokkarnir komu inn.

- Tað merkir, at hetta er ein nýggj støða í grønlendskum politikki, tí nú eru fleiri flokkar, sum Kim Kielsen, formaðurin í Siumut, kann taka við sær til samráðingarborðið.

Soleiðis sigur Thomas Munk Veirum, sum er journalistur í grønlendska kringvarpinum.

Tað bleiv borgarligi-liberali flokkurin, Demokratarnir, ið hevði størstu framgongdina á valinum í gjár. Men tað er ikki so løgið sambært Thomas Munk Veirum:

- Flokkurin hevur fingið vinnulívsmannin, Niels Thomsen, aftur í politik og at umboða flokkin, og hann hevur veruliga gjørt vart við seg í valstríðnum. Hann fekk heili 2700 persónligar atkvøður. Góða valúrslitið hjá flokkinum vísir eisini, at fólk stuðla málum, sum eru týdningarmikil fyri flokkin - almenni geirin skal

vera minni, greiði skal fáast á búskapin, og so vil flokkurin gera vinnufelagsskattin lægri, sigur Thomas Munk Veirum.

Hoyr alla samrøðuna við Thomas Munk Veirum, sum Rólant Waag Dam hevði við hann í tíðindasendingini á middegi í dag.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537