Góðan morgun Føroyar

Røddin kann avdúka tunglyndi
24-05-2018
Hevur tú fyri stuttum átt eitt barn, kann rødd tín møguliga avdúka, um tú hevur burðartunglyndi

Ber tað til við einum tóli, ið kannar røddina, at finna útav, um ein kvinna sum hevur átt, hevur tunglyndi?

Hetta er nakað, sum Sanne Storm í løtuni granskar í.

Hon er musikkterapeutur og PhD.

- Tað er altavgerandi so tíðliga sum gjørligt at finna útav, um ein mamma hevur tunglyndi í sambandi við barnsburð. Sum nú er, eru tað ikki allar kvinnur, sum hava tunglyndi, ið verða loftaðar nóg tíðliga, siugr Sanne Storm.

Seinastu árini hevur hon granskað, um eitt tól, ið kallast VOIAS, kann staðfesta barnsburðartunglyndi við at lurta eftir røddini hjá kvinnuni.

- Kvinnan skal siga og syngja ymsar tónar, og út frá tí ber tað møguliga til at staðfesta barnaburðartunglyndi. Tí tað tað sær út til, at kvinnur við barnsburðartunglyndi hava minni styrki í røddini enn kvinnur, ið ikki hava tunglyndi í sambandi við barnsburð, sigur Sanne Storm.

Enn er ikki greitt, nær granskingarverkætlanin verður liðug og úrslitini kunnu leggjast alment fram.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024