"Vit eru vaksineraðir við tónleiki"

15.06.2018 - 19:31
Lívsstílur
"Vit eru vaksineraðir við tónleiki"
- siga limirnir í bólkinum Hen Sticks, sum hava tónleikin sum frítíðarpassión
Boði Haraldsson, Magni Dalsgaard, Hans Nielsen og Bergur Godtfred
Mynd: Leivur Thomsen  

Hvørt týskvøld hittast fýra “vaksnir” menn at spæla tónleik í Margarinfabrikkini í Havn. Tað er líka nógv fyri at “orna verðinssituatiónina”, siga teir og vilja við tí undirstrika, at teir ikki hava nakrar ambitiónir um at gerast professionellir tónleikarar.
- Vit hugna okkum saman og leggja dentin á samveru, prát og eisini tónleik, siga limirnir í The Hen Sticks. Teir, ið manna bólkin, eru Magni Dalsgaard á trummur, Boði Haraldsson á rútmugittara, Bergur Godtfred á bass og Hans Nielsen á sologittara. The Hen Sticks hevur verið til sum bólkur í eini 12 ár, og gjøgnum árini hava teir vant eitt repertoire við nógvum sangum. Men tað eru serliga sangir hjá The Shadows - fýra í tali - sum bólkurin heldur vera sína "spísskompetansu". Vit hoyra teir spæla sangirnar Apache og Peace Pipe. Vikuskiftissendingin var á gátt í Margarinfabrikkini týskvøldið, tá bólkurin vandi

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. mai
Morgunlestur leygardagur 11. mai 2024
174299
Fríggjadag 10. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (5:6)
174910
Fríggjadag 10. mai
Vikuskiftið 10 mei 2024
174904
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843