Vil hava betri yvirlit yvir fíggjarstýring

02.07.2018 - 13:41
InnlendisPolitikkur
Vil hava betri yvirlit yvir fíggjarstýring
Rigmor Dam hevur nú fingið frágreiðing um fíggjarstøðuna á Setrinum. Fleiri økir krevja batar og eru niðurraðfest á stovninum, ásannar hon.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna vil hava betri yvirlit yvir virksemið hjá Fróðskaparsetrinum, so Mentamálaráðið betri kann taka støðu til játtanina til stovnin.

Landsstýriskvinnan, sum nú hevur fingið frágreiðing um støðuna á Fróðskaparsetrinum, ásannar tó eisini, at fleiri øki eru niðurraðfest á stovninum.

Rigmor Dam, landssstýriskvinna í Mentamálum hevur funnist at leiðsluni á Fróðskaparsetri Føroya og fíggjarstýringini fyri at seta á stovn útbúgvgingar og biðja um eykajáttanir. Og tí var ein arbeiðsbólkuri vár settur at gera frágreiðing um fíggjarstýringina. 

Í frágreiðingini sum nú er komin er millum annað ein matematiskur fíggjarstýringarmyndil gjørdur, sum kan hjálpa stovnunum at rokna út tørvin á játtan. Men víst verður eisini á, at eitt nú lestrarvirksemi, arbeiðstíð hjá starvsfólkunum á Setrinum og granskingin má skrásetast betur.

Og Rigmor Dam landsstýriskvinna í Mentamálum sigur, at frágreiðingin staðfestir, at tað eru fleiri viðvíkjandi ting viðsíkjandi skráseting og fíggjarstýring, sum krevja ábøtur fyri at størri gjøgnumskygni verður í hvat játtanin verður nýtt til, og hvussu virksemi á setrinum er.
Rigmor Dam sigur, at farið er longu undir at seta fleiri av tilmælunum í verk, og amboðini í frágreiðingini skulu brúkast til fíggjarlógarviðgerðirnar. Ivasamt er tó, um hetta verður í ár, tí fleiri viðurskifti taka tíð at fáa broytt.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592