Íløgur fyri 3 milliardir næstu fimm árini

21.08.2018 - 13:35
InnlendisVinna
Íløgur fyri 3 milliardir næstu fimm árini
Bakkafrost samtakið hevur endurskoðað íløguætlanina, og nú hevur felagið sett sær fyri at gera íløgur fyri tríggjar milliardir krónur til 2022.

Móttøkuorkan á Havsbrún skal økjast, og virkið skal kunna gera 160.000 tons av alifóðri um árið.

Tað er ætlanin hjá Bakkafrost, sum hevur sett sær fyri at gera íløgur fyri 425 milliónir krónur í Havsbrún næstu fimm árini.

Bakkafrost samtakið hevur endurskoðað íløguætlanina, og nú hevur felagið sett sær fyri at gera íløgur fyri tríggjar milliardir krónur til 2022.

Íløgurnar verða gjørdar um mestsum alt landið, og endamálið er at lækka lívfrøðiliga váðan, økja um smidleikan og skapa burðardyggan vøkstur.

Tað kostar nógv at útbyggja Havsbrún, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti. 

Hoyr samrøðu við stjóran í Bakkafrosti, Regin Jacobsen, omanfyri. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444