Arbeiðið við Skúlatrøð er seinkað

22.08.2018 - 13:40
InnlendisSamfelag
Arbeiðið við Skúlatrøð er seinkað
Arbeiðið við nýggja skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík, sum skal binda saman skúlan við Ósánna og skúlan á Ziskatrøð, er seinkað.
Mynd: Skúlin á Skúlatrøð á Facebook  

Umleið 750 næmingar ganga í teimum báðum skúlunum, sum nú vera samanbygdir. Nøkur teirra hava húsast ymsastaðni í Klaksvík seinasta árið, orsakað av byggingini, og har vera tey eisini hetta skúlaárið út. 

Skúlin skuldi upprunaliga standa klárur til skúlabyrjan 2018.  Hóast skúlabyggingin er seinkað, er Klaksvíkar býráð tó við gott mót.

Beinta Klaksvík, forkvinna í trivnaðarnevndini í Klaksvíkar býráð, sigur, at høvuðsorsøkin til seinkingina er manglandi arbeiðsmegi. Býráðið metir, at skúlin verður klárur til skúlabyrjan 2019, og mett verður eiheldur, at seinkingin fer at kosta kommununi meira. 

- Fíggjarætlaninin heldur enn, og seinkingin hevur ikki kostað nakað enn, sigur Beinta Klakkstein sum tó leggur afturat, at seinkingin hevur tyngt arbeiðsumhvørvið nakað. 

- Næmingar eru í fleiri ymiskum húsum runt í býnum, og lærarar mugu flyta seg rættiliga nógv, so á tí kontoini hevur tað kostað nógv, og tey eru sera tolin, sigur Beinta Klakkstein. 

Skúlabyggingin á Skúlatrøð er størsta einstaka íløga, sum Klaksvíkar kommuna nakrantíð hevur gjørt. 

Fuglark hevur teknað nýggja skúlan. Kostnaðarætlanin, sum also enn heldur sambært Beintu Klakstein, er 110 milliónir krónur. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216