- Ferðafólk mugu læra seg fólkaskikk

24.08.2018 - 13:10
Lívsstílur
- Ferðafólk mugu læra seg fólkaskikk
Høgni Rasmussen heldur, at fleiri útlendsk ferðafólk mugu kunnast um føroyskan fólkaskikk. Eitt nú at tú ikki tekur myndir av jarðarferð

Ein hending áðrenn eina jarðarferð í Vesturkirkjuni í vikuni hevur fingið Høgna Rasmussen til knappaborðið.
Hann skrivaði soleiðis á sín facebook-vanga:

Alt gott um ferðavinnu!
Men nú haldi eg, at tíðin er komin til at krevja, at ferðafólkini duga (føroyskan) fólkaskikk! Man kundi tildømis givið øllum ferðafólkum eitt multiply choice spurnarskema um fólkaskikk í flogfarinum ella umborð á ferguni. Og givið teimum eitt skjal at undirskriva á gistingarhúsum!
Hesi ferðafólkini á myndini komu inn í Vesturkirkjuna beint áðrenn jarðarferð. Vit stóðu við kistuna. Tey gingu runt og tóku myndir eisini av okkum við kistuna. Tí tók eg eisini hesa myndina av teimum.
Hyggur tú at teimum, síggja tey púra vanlig út. Har er einki, sum bendir á, at tey ikki duga fólkaskikk. Eg fór yvir til teirra og spurdi tey á enskum, um tey kendu familjuna. Tað gjørdu tey ikki. Eg bað tey síðani pent um at fara, tí hetta var privat.
Eg havi eisini fingið slongt eitt kamera upp í mítt andlit, tá eg eri komin gangandi í Havn. Eg eri einki fotomodell, so eg gangi út frá at ferðafólkið bara vildi hava onkran á myndina.
Eg havi djúpastu samkenslu við teimum í Saksun og øðrum útsettum støðum, har tey ongar pengar tjena uppá ferðavinnu.
Tað er týdningarmikið at ferðafólk fáa at vita, at Føroyar eru ikki Disneyland!
Hetta er ein sak fyri okkara politikarar! Tíðin er komin at seta mørk!

Summartímin hósdagin 24. juli

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418