SVT tekur frástøðu frá eini orðing

08.09.2018 - 13:32
Innlendis
SVT tekur frástøðu frá eini orðing
- Orðingin hjá Jimmie Åkesson, formaður í Svøríkisdemokratunum var grovt generaliserandi, og tí tóku vit frástøðu frá henni, sigur SVT

Eftir seinasta formansorðaskftið, sum var í sjónvarpinum í gjárkvøldið, tók almenna sjónvarpið frástøðu frá einari orðing hjá formanninum hjá Svøríkisdemokratunum undir sjálvum orðaskiftinum.

Orðingin hjá Jimmie Åkesson var grovt generaliserandi, og SVT tekur frástøðu frá henni, segði sjónvarpsverturin Martina Nord eftir orðaskiftið.

- Tilflytarar fáa ikki arbeiði, tí tey eru ikki svensk, og tey passa ikki inn í Svøríki, segði floksformaðurin undir orðaskiftinum.

Formaðurin í Liberala flokkinum, Jan Bjørklund, skýrdi síðan Jimmie Åkesson at vera kensluleysan.

Og Isabella Løvin, sum er forkvinna í Umhvørvisflokkinum, helt orðingina hjá Jimmie Åkesson vera 'eitur, sum breiðir seg'.

Jimmie Åkesson svaraði aftur við at siga, at tey bæði vilja heldur taka pengar frá teimum fátøku og eldru, tí tey vilja hava fleiri tilflytarar og flóttafólk til Svøríkis.

Ábyrgdarredaktørurin hjá svenska kringvarpinum, Eva Landahl, sigur við avísina Expressen, at tað er grovt generaliserandi at siga, at tilflytarar eru ein bólkur, sum ikki er svenskur, og sum ikki passar inn í Svøríki.

- Tað er ein orðing, sum peikar ímóti einum heilum bólki av fólki. Vit tóku frástøðu frá tí við atliti at okkara fólkaræðisligu skyldum, sigur hon.

Jimmie Åkesson heldur hinvegin, at tað er ein gøla, at SVT tekur frástøðu frá sær og Svøríkisdemokratunum.

- Tann almenna sjónvarpsrásin velur síðu og leggur seg út í politiska kjakið við at taka frástøðu frá meiningunum hjá einum floksformanni, og tað er ein gøla, sigur hann.

Val er í Svøríki í morgin, og orðaskiftið um tilflytarar og flóttafólk hevur verið ovast á dagsskránni undir valstríðnum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. mai
Bolero - 26. mai 2024
175611
Sunnudag 26. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
175599
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555