Rìkisfelagsskapurin í danska fólkaskúlan

12.09.2018 - 15:58
InnlendisSamfelag
Rìkisfelagsskapurin í danska fólkaskúlan
Við nýggjum borgarauppskoti royna fleiri felagsskapir at fáa læring um ríkisfelagsskapin at gerast partur av undirvísingini í danska fólkaskúlanum.

Ríkisfelagskapurin og vitan um londini sum eru í felagskapinum, skal gerast partur av undirvísingini í danska fólkaskúlanum.

Tað verður gjørt í einum borgarauppskoti, sum fleiri felagskapir hava tikið stig til, og sum Føroyahúsið í Keypmannahavn er partur av.

Neyðugt er við 50.000 stuðlum, um uppskotið skal vinna frama í fólkatinginum. Martin Karbech Mouritsen er nevndarformaður í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, og hann fegnast um uppskotið.

Hoyr samrøðu við Martin í brotinum omanfyri. 

Mangla 49.000 stuðlar

Á heimasíðuni hjá fólkatinginum sæst, hvat uppskotið snýr seg um, og har kunnu fólk eisini stuðla uppskotinum.

Tað er møguligt til 4. mars, næsta ár, tá stuðulsátakið endar.

Higartil hava sløk 800 fólk stuðlað uppskotinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176