- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Í Málteiginum hesaferð tosa vit um at benda nøvn. Elin Henriksen greiðir frá, hvussu, nær og um fornøvn, eftirnøvn, staðarnøvn, nøvn á fyritøkum ella virkjum og so framvegis skulu bendast.
Tá tað snýr seg um eftirnøvn, ið enda við -son, eru heilt serligar reglur galdandi, sum ikki hava so nógv við mállæru at gera. Tað er soleiðis, at um so er, at tú eitur Kristiansson til eftirnavn eftir pápa tínum, so bendist navnið til Kristianssyni í hvørjumfalli, meðan eitur tú Kristiansson til eftirnavn sum eitt ættarnavn, so bendist tað ikki. Fyritreytin fyri at vita, um navnið skal bendast ella ikki, er sostatt, at tú kennir familjubondini hjá viðkomandi, hvørs eftirnavn tú skal benda.
Eisini verður tosað um, nær orð sum uttanfyri, frammanfyri, útí og onnur líknandi eru í einum og ikki.
Nýggju orðini hesaferð eru smátalarar og kringsýni.