Óheftir whiskytapparar

21.09.2018 - 18:27
Lívsstílur
Óheftir whiskytapparar
Á gátt hjá Rúna Nielsen, whiskyfjeppara
Whisky frá einum óheftum tappara. Á etikettini er ikki navnið á distilleraríinum men eitt nummar, sum man so, millum nørdar, veit, hvat stendur fyri
Mynd: Leivur Thomsen  

Rúni Nielsen er whiskyfjeppari um ein háls. Hesuferð fortelur hann um fyribrigdið "óheftir tapparar". Hetta ber í sær, at tað eru feløg, sum keypa heilar tunnur av whisky og sjálv tappa tað á fløsku. Endamálið er at fáa til vega single malt, single cask, cask strength whisky, sum man ikki vanliga fær í handlunum. Tað er whisky, sum er úr einari distillatión, einari tunnu og hevur styrkina, sum tað vanliga hevur í tunnuni á goymslu, t.v.s. at tað ikki er vantað niður, so tað missir smakk. Í Skotlandi eru fleiri feløg, sum hava hetta sum endamál. Men tað eru eisini feløg í Føroyum, sum hava keypt whiskytunnur frá einum distillaríi, t..d felagið Einmalt. Rúni Nielsen sigur, at tað eisini eru privatpersónar, sum gera hetta. Tó er forðingin tann, at man ikki kann innflyta heilar tunnur av whisky til Føroya, tað er ikki loyvt, men so verður tunnan bara standandi uttnlands, eitt nú í Skotlandi ella Danmark, og so kunnu fólk, sum hava keypt sær part í hesari tunnu, taka whisky'ið við á vanligan hátt til Føroya og gjalda tann toll, tað hevur við sær. Hoyr innslagið, sum varð sent í vikuskiftissendingini

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860