Talan er ikki um sølu

bannari
05.10.2018 - 10:13
InnlendisPolitikkur
Talan er ikki um sølu
Tað er ikki søla av fiskirættindum, at skip verða leigað at fiska kvotur hjá øðrum. Munurin er, at hetta er gjøgnumskygt, sigur landsstýrismaðurin

LONGRI SAMRØÐA VIÐ LANDSSTÝRISMANNIN

Høgni Hoydal vil ikki kennast við, at tað er søla av fiskirættindunum, nú tað vísir seg, at kvoturnar hjá eitt nú trolbátum verða fiskaðar av uppsjóvarskipum.

Nýggja lógin um fyristing av sjófeingi loyvir teimum, sum fáa kvotur at leiga skip at fiska kvoturnar fyri seg.

Tað vil siga, at eitt nú trolbátar kunnu vinna pening uppá, at lata onnur fiska kvotur, sum teir fáa ókeypis frá landinum.

Hetta hevur gingið fyri seg leingi - trupulleikin er makrelbýtið sum fyrrverandi samgonga gjørdi í 2012, sigur landsstýrismaðurin.

Hoyr eina longri samrøðu við Høgna Hoydal landsstýrismann um málið her.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537