- Fara at royna at vinna

11.10.2018 - 12:15
ÍtrótturFótbóltur
- Fara at royna at vinna
Lars Olsen, venjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, sigur, at føroyska liðið sjálvandi fer eftir sigrinum í dystinum móti Aserbadjan í kvøld.
Lars Olsen er landsliðsvenjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.

- Vit fara eftir førimuni at royna at vinna dystin í kvøld.

Nakað soleiðis sigur Lars Olsen, venjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, fyri dystin móti Aserbadjan á Tórsvølli í kvøld í Nations League-kappingini.

- Skulu vit vinna, mugu áskoðararnir hjálpa okkum, sigur liðskiparin Atli Gregersen.

Føroyar vunnu farna mánað á heimavølli 3-1 á Malta, men taptu annan dystin á útivølli 2-0 fyri Kosovo. Dysturin í kvøld er tann triði hjá Føroyum í nýggju Nations League-kappingini.

Dysturin millum Føroyar og Aserbadjan byrjar klokkan 19:45.

Vit senda hann beinleiðis bæði í útvarpi og sjónvarpi.

Útvarpið byrjar at senda av Tórsvølli eftir tíðindini klokkan seks, og sjónvarpið setur oman á Tórsvøll eftir Dag og Viku í kvøld.

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444