"Vit hava rakt hæddarpunktið"

19.10.2018 - 18:26
Lívsstílur
"Vit hava rakt hæddarpunktið"
- sigur Leif Sørensen, sum tekur samanum matstovuvinnuna í Føroyum
Leif Sørensen í Skeiva Pakkhúsi í havn
Mynd: Leivur Thomsen  

Leif Sørensen er og hevur verið undangongumaður í føroyskari matgerð og matstovuvinnu. Hann byrjaði við fínari matgerð í matstovuni Gourmet í 2003, har hann starvaðist í 6 ár. Í 2011 førdi hann so konseptið víðani til matstovuna Koks, og tók tað eitt stig hægri. Í fjør kundi Koks so erpa sær av at hava fingið eina michelinstjørnu, tó ikki við Leif við róðrið men við gamla næminginum hjá Leif, Poul Andrias Ziska. Leif fór úr starvinum í Koks í 2014 fyri at ganga nýggjar leiðir. Hann hevur síðani granskað í matgerð og føroyskum rávørum, og í ár byrjaði hann so saman við øðrum nýggju matstovuna í Skeiva Pakkhúsi, har Leif leggur lag á og hjálpir til við matgerðini. Hann sigur seg vera troyttan av fínari matgerð, og hæddarpunktið í føroyskari matstovuvinnu er rokkið, heldur hann fyri. Leif vil heldur hava, at fólk skulu hugna sær um matin, heldur enn at t.d. vínið skal borðreiðast á ein ávísan hátt. Tað er tað, matstovan í Skeiva Pakkhúsi snýr seg um. Tó so er hansara framtíðarætlan ikki at standa og "røra í grýtum", sum hann tekur til, men heldur at bera føroyska matstovuvinnu fram á leið og gera umstøðurnar betri, so útjaðarin eisini kann verða við. Eisini trívir Leif í onkrar spennandi og stuttligar anekdotur frá síni yrkisleið sum kokkur, ikki bara í Føroyum men fleiri øðrum londum

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418