SEV bíðar eftir lógarheimild at lækka elprísir

20.10.2018 - 18:35
AktueltPolitikkur
SEV bíðar eftir lógarheimild at lækka elprísir
SEV er til reiðar at selja streym bíligari til tey, sum hava hitapumpur og elbilar. Fyrst skal løgtingið tó samtykkja at broyta lóggávuna á økinum
 
 

Tak niður

SEV bíðar nú bara eftir løgtinginum, áðrenn felagsskapurin fer at selja streym bíligari til tey, sum hava hitapumpur og elbilar.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orku- og umhvørvismálum, biður enn einaferð løgtingið um heimild at góðkenna serligar, tað vil siga lægri, elprísir fyri elnýtslu til hitapumpur og elbilar. Lógaruppskotið kemur til 1.viðgerð í løgtinginum týsdagin.

-SEV er til reiðar, sigur Hákun Djurhuus, stjóri. 

Formligu viðurskftini eru avgreidd, og tekniskt hevur SEV eisini funnið eina loysn, soleiðis at til ber at skyna millum, nær felagsskapurin selir streym til vanliga nýtslu, og nær selt verður til hitapumpur og elbilar:

Tí ganga, sambært Hákuni Djurhuus, ikki nógvir mánaðir, frá lógarheimildin er komin uppá pláss, til SEV fer at selja fyri ymiskar prísir, alt eftir hvat streymurin skal brúkast til:

Sambært lógaruppskotinum, sum Sirið Stenberg hevur borið í løgtingið, skal SEV fáa heimild til at lækka el-prísirnar til hitapumpur og elbilar við 40 oyrum, umframt meirvirðisgjald. Fyri brúkaran ein príslækking upp til 50 oyru fyri hvønn kilowatt-tíma.

So skjótt lógarheimildin er komin uppá pláss skal nevndin í SEV taka støðu til, hvussu stór príslækkingin nú eisini verður. Tí dugir Hákun Djurhuus enn ikki at siga, hvat úrslitið verður.

Sambært landsstýriskvinnuni í orku- og umhvørvismálum eru differentieraðir elprísir á hitapumpur og elbilar liður í arbeiðinum at røkka politiska málinum at flyta orkunýtsluna á landi til varandi orkukeldur. Umleið 18.000 oljufýr eru í Føroyum ídag. Samgongan setti sær sum mál, at í minsta lagi helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu hitast við grønari orku í 2025.

Lógaruppskotið kemur til 1. viðgerð í løgtinginum týsdagin.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Hákun Djurhuus, stjóra í SEV.

 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. november
Upp á tá - 16.11.18
87849
Leygardag 17. november
ALSO: Ein dagbók er ikki privat
87847
Leygardag 17. november
Hvat gera skálabørn eftir skúlatíð
87822
Leygardag 17. november
Góðan morgun Føroyar 16.11.18
87844
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 17. november
Hvat bagir? (3:8)
87232
Fríggjadag 16. november
Lyst 21
87771
Hósdag 15. november
Tað er nú vit liva
87775
Hósdag 15. november
25 minuttir: Høgni Rasmussen
87753
Hósdag 15. november
Tore leitar (5:5)
87211