Góðan morgun Føroyar

Hjálpir heimleysum føroyingum í Keypmannahavn
22-10-2018
Tummas Olsen fær føroyskan mat og klæðir, sum heimleysir føroyingar í Keypmannahavn ynskja sær

- Tey sakna Føroyar, føroyskan mat og ullint klæðir úr Føroyum. Og eg havi lovað, at eg skal royna at skaffa teimum mat og klæðir úr Føroyum.

Soleiðis sigur Tummas Olsen, sum seinastu níggju árini hevur arbeitt á Mændenes Hjem, ið er eitt tilboð til heimleys í Keypmannahavn.

Sambært honum er ikki óvanligt, at hann hittir heimleysar føroyingar í danska høvuðsstaðnum:

- Tað er meira vanligt, enn mann kundi ímyndað sær. Gjøgnum hesi árini havi eg hitt nógvar føroyingar - summir eru á Mændenes Hjem í stutta tíð, meðan aðrir eru har í fleiri ár, sigur Tummas Olsen.

Í farnu viku skrivaði hann á Facebook, at hesir føroyingarnir saknaðu bæði mat og klæðir úr Føroyum, og tí heitti Tummas Olsen á fólk, um at lata mat og klæðir, soleiðis at hann kundi taka tað við til Keypmannahavnar til heimleysu føroyingarnar. Eitt nú ynsktu hesi fólkini sær føroysku, heimabundnu troyggjurnar, grindalykkjur og spik.

Og nú Tummas fer niður aftur til Danmarkar, fer hann als ikki tómhentur av landinum:

- Eg havi fingið fylt kuffertið og meir enn tað, sigur Tummas Olsen.

Í morgunsendingini griddi Tummas Olsen frá arbeiðinum á Mændenes Hjem og um tey fólkini, hann hittir har.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024