Føroyar avsmurdar

27.10.2018 - 19:20
ÍtrótturHondbóltur
Føroyar avsmurdar
Føroysku leikararnir vóru vónbrotnir eftir stórtapið móti Danmark.

Føroyska mandslandsliðið bleiv avsmurt 35-17 av danska hondbóltslandsliðnum í EM-undankappingardystinum í Skjern seinnapartin.

Hóast føroyingarnir vóru væl við fyrstu 20 minuttirnar, so sást skjótt, at danska landsliðið, sum telist millum heimsins bestu, var ein ov stórur biti hjá føroyskan liðnum.

Hálvleiksstøðan var 17-8 til Danmark.

Serliga í seinna hálvleiki skoraðu danir sum teimum lysti, meðan føroysku spælararnir máttu stríðast fyri hvørjum máli.

Og tá avtornaði stóð 35-17 á máltalvuni.

Toppskjútti hjá føroyingum var Niclas Selvig við fýra málum, meðan tað - ikki óvæntað - var superstjørnan Mikkel Hansen, sum skoraði 9 mál fyri Danmark.

Helgi Hildarson Hoydal var sera vónbrotin, tá Heðin Arge tosaði við hann eftir dystin

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585