Skálabotnur ella Skálafjørður

31.10.2018 - 15:21
InnlendisSamfelag
Skálabotnur ella Skálafjørður
Fólk í bygdini, sum summi kalla Skálabotnur, og onnur kalla Skálafjørður, vilja hava bygdarnavnið broytt til Skálafjørð.
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Fólk í bygdini, sum summi kalla Skálabotnur, og onnur kalla Skálafjørður, vilja hava bygdarnavnið broytt til Skálafjørður, og hava sent áheitan til Runavíkar býráð um at bygdarnavnið verður broytt aftur frá Skálabotnur til Skálafjørður.

80 fólk hava undirskrivað áheitina á býráðið. Undirskriftirnar vórðu savnaðar inn í fjør.

Runavíkar býráð hevur fund í kvøld, og tá verður málið viðgjørt.

Býr í Skálafirði ikki Skálabotni

Almfinn Jacobsen er ein teirra, ið vil hava navnið broytt.

Tá hann verður spurdur, hvar hann býr, er svarið stutt og greitt. Hann býr inni í Skálafirði.

Og sannlíkindi eru fyri, at tað verður ein fólkaatkvøða um navnið, tí bæði Byggi- og býarskipanarnevndin og Mentanarnevndin í Runavíkar Býráð mæla til at skipa fyri fólkaatkvøðu millum íbúgvarnir í Skálafirði/Skálabotni um bygdarnavnið. Eisini verður mælt til, at málið verður tikið upp við Staðarnavnanevndina.

Almfinn Jacobsen heldur, at Skálafjørður er rætta navni, og ikki Skálabotnur. Hoyr samrøðu við Almfinn omanfyri.

Runavíkar Býráð hevur fund klokkan 17 í dag, og tá verður málið um bygdanavnið viðgjørt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401