Uppskotið hjá Magna fall

12.12.2018 - 14:40
Innlendis›Politikkur
Uppskotið hjá Magna fall
Uppskotið hjá Magna Laksafoss um at loyva bryggjaríunum at selja sterkasta ølið og cider fall, tá triðja viðgerð var í tinginum fyrrapartin.

Samgongan lovaði Magna Laksafoss at atkvøða fyri uppskoti hanasara, um hann atkvøður fyri fíggjarlógaruppskotinum. Men soleiðis varð ikki.

Uppskotið hjá Magna Laksafoss um at loyva bryggjaríunum at selja sterkasta ølið og cider fall, tá triðja viðgerð var í tinginum fyrrapartin.

Uppskotið fekk 15 atkvøður, men 16 vóru ímóti. 

Í løtuni er óvist, um Magni Laksafoss, uttanflokkatingmaður, fer at atkvøða fyri fíggjarlógaruppskotinum hjá samgonguni.

Magni Laksafoss sigur, at tað er greitt avtalubrot, at øll samgongan ikki atkvøddi fyri uppskoti hansara við triðju, og hann vil hava fund við samgonguleiðararnar um málið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820