- Landsverk hevur afturhildið upplýsingar

bannari
21.01.2019 - 12:58
InnlendisPolitikkur
- Landsverk hevur afturhildið upplýsingar
Fráfarandi landsstýriskvinnan væntar rokningar fyri einar 30 mió. afturat. Hon leggur Landsverk undir tilvitað at hava afturhildið upplýsingar

Fyri einum mánaði síðani varð misálit reist á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, tí 14 milliónir krónur vóru brúkar í heimildarloysi. Men søgan um tær óheimiðlaðu milliónirnar er ikki liðug enn, og Rigmor Dam hevur valt at biðja løgmann loysa seg úr starvi, áðrenn endaliga upphæddin er komin á borðið.

- Vit hava verið inni í einum góðum og drúgvum samstarvi við Landsverki, har tað hevur verið tvíhildið um, at skil var á pengunum og fíggjarstøðuni. Ikki fyri enn skúlin verður handaður, verða vit gjørd varug við, at har ikki er tað skilið á, sum man hevur sagt seg hava, sigur Rigmor Dam millum annað. 

Sambært landsstýriskvinnuni er alt álitið millum Landsverk og mentamálaráðið nú horvið: 

- Tann skipanin, sum vit virka í, byggir á álit. Tað hevur verið soleiðis, at hvørja ferð, tað hava verið avbjóðingar, so er Landsverk komin til okkara, og vit eru farin í tingið og hava biðið um eykajáttan, tí vit hava hildið, at samstarvið okkara millum var gott, sigur Rigmor Dam. 

Hvørki Mentamálaráðið ella Landsverk hava sambært Rigmor Dam yvirlit yvir, hvussu stór upphæddin veruliga er, men landsstýriskvinnan sigur seg hava hoyrt talið 30 milliónir krónur. 

Landsstýriskvinnan metir, at Mentamálaráðið hevur fylgt øllum samstarvsavtalum og mannagongdum í málinum. Í sambandi við misálitið, sum var í tinginum í desember, segði Rigmor Dam, at hon hevði fulla ábyrgd av málinum. Í dag segði hon, at hon hevur gjørt tað, hon kann.

- Vit hava gjørt tað, sum vit skulu og kunnu, sigur Rigmor Dam og leggur afturat, at hon ikki veit, hvat øðrvísi kundi verið gjørt í málinum:

- Tá tað er óerligheit uppi í, og tá man situr yvir av fólki, og tey halda sannleikanum aftur, tá hevði eitt hvørt aðalráð verið prísgivið, segði hon millum annað við Sigmar Bláberg í tíðindunum á middegi. 

Hoyr alla samrøðuna við Rigmor Dam omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459