Landsverk sigur (aftur) ósatt

bannari
23.01.2019 - 16:21
AktueltSamfelag
Landsverk sigur (aftur) ósatt
Landsverk sigur, at Landsgrannskoðarin heimilaði munnligum avtalum í sambandi við verkætlanina Glasir. Tað er ikki rætt, sigur landsgrannskoðarin.

Tak niður

Ewald Kjølbro verður koyrdur frá sum stjóri á Landsverki í desember. Ein av orsøkunum til, at politiska skipanin ikki longur hevur álit á Ewald Kjølbro er, at hann sambært Fíggjarnevndini ikki hevur veitt sannar upplýsingar í málinum um byggigøluna í marknagili.

Árant Andriasson verður settur sum nýggjur stjóri 7. januar, men longu viku seinni, 15. januar, er aftur galið við upplýsingini frá Landsverki.

Tá sendir Landsverk skriv til Samferðslumálaráðið, har greitt verður frá, at beint undan avhendan vóru bara munnligar avtalur gjørdar. Landsgrannskoðarin heimilar slíkum framferðarhátti, skrivar Landsverk.

Men hetta vil Landsgrannskoðarin ikki hava sitandi á sær.

- hatta er ikki rætt. Landsgrannskoðanin heimilar ikki nakað sum helst, og sum ein meginregla eiga skrivligar avtalur altíð at gerast, tá ið tað almenna skal keypa eitthvørt arbeiði frá einum undirveitara, sigur Landsgrannskoðarin í stuttari viðmerking.

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 13. november
Morgunlesturin mikumorgunin 13. november 2019
100636
Týsdag 12. november
Tempo - Russ Taff
100975
Týsdag 12. november
Breddin
100965
Týsdag 12. november
Góðan morgun Føroyar 121119
100948
Týsdag 12. november
Morgunlesturin týsmorgunin 12. november 2019
100634
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. november
3-2
100936
Sunnudag 10. november
Andakt við Jákup Eli Østerø
100878
Sunnudag 10. november
Stórmøti í Høllini á Hálsi
100880
Mánadag 4. november
3-2
100667