SEV: Mugu laga langtíðarætlanir til tørvin

07.03.2019 - 13:14
InnlendisVinna
SEV: Mugu laga langtíðarætlanir til tørvin
SEV hevur í áravís fyrireikað ein kaðal til Sandoynna og Suðuroynna, men kundi ikki handfarið vindmylluútboðið í Suðri øðrvísi, sigur Hákun Djurhuus

Stjórin á SEV váttar, at SEV í nógv ár hevur fyrireikað ein kaðal til Sandoynna og Suðuroynna.

Kortini heldur Hákun Djurhuus fast í, at SEV kundi ikki handfarið støðuna øðrvísi, nú felagsskapurin í tólvta tíma steðgaði á við ætlanini um pumpuskipan í Suðri, júst tí at loysnin við einum kaðali skuldi kannast nærri.

-Fortreytirnar eru munandi broyttar, og tí mugu vit meta um øll alternativ av nýggjum, sigur Hákun Djurhuus:

Tá SEV herfyri valdi at steðga á við ætlaðu pumpuskipanini, var orsøkin sambært stjóranum tann, at nú eru trý alternativ at meta um:  "ein kaðalloysn, ein pumpuskipan ella bæði".

Boðini frá SEV koma nústani, hóast kaðalloysnin hevur verið á breddanum, innanhýsis í SEV, síðani 2012:

Í innanhýsis skjølunum hjá SEV liggur ein liðug ætlan um 60 kilovolt netið í framtíðini - ein ætlan, sum fevnir um kaðal gjøgnum Sandoyartunnilin, eina 60 kilovolt støð á Sandi og eina kaðal víðari til Suðuroynni. Ætlanin bleiv gjørd í 2016:

Árið eftir, í mars 2017, søkir SEV um loyvi at gera eina pumpuskipan í Suðuroynni. Tað er henda skipanin, sum seinni gerst grundarlagið undir stóru vindmyllulundini í Porkerishaganum. 

 

Hoyr innslag við at trýsta á pílin undir myndini

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444