- Fólk í miðstaðarøkinum ikki føling við vinnuni

09.03.2019 - 13:43
AktueltPolitikkur
- Fólk í miðstaðarøkinum ikki føling við vinnuni
- Kanska ljótt at siga tað, men fólk í miðstaðarøkinum halda, at vit bara kunnu taka nokk av pengum frá fiskivinnuni, sigur Bárður á Steig Nielsen
Sambandsflokkurin er tilreiðar til valstríð, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður
Mynd: © savnsmynd  

Tak niður

Landsfundur er í Sambandsflokkinum í dag, og Kára Bjarnadóttir Jacobsen gjørdi samrøðu við Bárð á Steig Nielsen, formann, tá hann hevði hildið sína formansrøðu, og fundarfólkið hevði havt høvi at siga sína hugsan.

Formaðurin tosaði m.a. um gjónna, sum hann heldur er íkomin millum fólk í miðstaðarøkinum og í útjaðaranum.

- Gjógvin, sum er uppbygd millum útjaðarin og miðstaðarøkið, er so stór nú. Tað er kanska ljótt at siga tað, men onkusvegna er tað soleiðis, at tey, sum liva her í miðstaðarøkinum, ikki liva so tætt at tí primeru vinnuni, at tey ikki hava somu følingina við tí vinnuni, sum skapar inntøkugrundarlagið hjá samfelagnum, og tí hava eina fatan av, at vit bara kunnu taka nokk av pengum frá vinnuni. Og helst skulu øll - hvør einstakur føroyingur - kunna fáa ein part av tilfeinginum og fara út at fiska. Men vit sum politisk skipan hava ábyrgdina av at skipa okkara fiskiskap so rationelt og burðardygt sum gjørligt við minst møguligari umhvørvisdálkan og orku, og ikki fylla inn aftur við gomlum stáli, sum tað var í 80´unum og 90´unum.
- Okkara uppskot er, at tá fiskurin er fiskaður, so skal atgongdin verða so stór sum gjørligt, og har hava tey so møguleika at framleiða fiskin og virðisøkja hann og fáa sum mest av arbeiði kring landið, føroyska samfelagnum til frama, tí um man vil tað ella ikki, tað er okkara útflutningur, sum í síðsta enda fíggjar okkara vælferð í Føroyum, sigur Bárður á Steig Nielsen millum annað.

Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðuna


 

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Nón 3. juni 2020
109675
Mikudag 3. juni
Lív og virki Frank Mangs
109656
Týsdag 2. juni
LEITISSTEIN 01.06.2020 (Goes Gospel)
109628
Týsdag 2. juni
Breddin
109627
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558