Tað eru kanska hjáárin av 5G-neti í Føroyum

16.03.2019 - 15:26
InnlendisHeilsa
Tað eru kanska hjáárin av 5G-neti í Føroyum
Tað er ikki neyðturviliga rætt, at einki er at stúra um viðvíkjandi heilsuárinunum frá nýggja 5G-netinum, sigur Magni Mohr

Fyrr í vikuni segði Poul Michelsen, landsstýrismaður, at tær altjóða kanningar, sum eru gjørdar um 5G-net, ikki vísa nakað um, at tað er heilsuskaðiligt.

- Tað er ikki neyðturviliga rætt, at einki er at stúra um viðvíkjandi heilsuárinunum frá nýggja 5G-netinum, sum verður sett upp í Føroyum, soleiðis sum Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, vil vera við, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

Magni Mohr sigur, at kanningarnar, sum landsstýrismaðurin vísir til, eru gjørdar í mun til krabbamein, og tær vísa ikki øktan vanda fyri krabbameini. Men strálurnar kunnu ávirka kyknir, og mann veit ikki, hvat hendir, um mann er úti fyri slíkum strálum frá móðurlívi og gjøgnum øll barnaárini.

Tískil mælir Magni Mohr enn einaferð til at seta ein arbeiðsbólk at kanna og lýsa málið um 5G-net í Føroyum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537