Sirið Stenberg tekur ikki undir við atfinningunum

17.03.2019 - 13:38
InnlendisHeilsa
Sirið Stenberg tekur ikki undir við atfinningunum
- Vit hava fakligar leiðslur á øllum sjúkrahúsum og øllum teimum stovnum, sum Heilsumálaráðið varar av, sigur landsstýriskvinnan

Sjúkrarøktarfrøðingar finnast hvassliga at politisku myndugleikunum og fyrisitingini.

Tað kom fram á aðalfundi í gjár, tá 300 sjúkrarøktarfrøðingar vóru komnir saman.

Í skrivi frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verður millum annað víst á, at politisku myndugleikarnir og fyrisitingin heldur raðfesta ein stjóra, sum heldur játtanina, enn eina fakliga leiðslu.

Men hesum tekur Sirið Stenberg ikki undir við.

Sambært landsstýriskvinnuni í heilsumálum eru fakliga kompetentar leiðslur í øllum liðum.

Bæði í ovastu leiðslu og í øllum deildum.

Hon leggur aftrat, at stjórin sjálvandi skal halda sína játtan, men tað merkir ikki, at tað fakliga ikki skal vera í lagi.

- Vit hava fakligar leiðslur á øllum sjúkrahúsum og øllum teimum stovnum, sum Heilsumálaráðið varar av.

Hvussu tey skipa seg í Almannaverkinum, mugu tey svara fyri, sigur Sirið Stenberg.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098