Høvuðssamstarvsnevnd stuðlar Køtlum

18.03.2019 - 10:27
AktueltHeilsa
Høvuðssamstarvsnevnd stuðlar Køtlum
-Jóanis Erik Køtlum hevur verið ein sera góður stjóri, og vit ynskja hann aftur í starvið, sigur Høvuðssamstarvsnevndin í Sjúkrahúsverkinum

Tak niður

Høvuðsssamstarvsnevndin fyri sjúkrahúsverkið vísir nú sín fulla stuðul til fyrrverandi stjóran, Jóanis Erik Køtlum.

-Jóanis Erik Køtlum hevur verið ein sera góður stjóri, og vit ynskja hann aftur í starvið, sigur høvuðssamstarvsnevndin, sum í sama viðfangi biður Heilsumálaráðið lurta eftir fyrrverandi sjúkrahússtjóranum og taka hansara útsagnir í størsta álvara.

Opna brævið frá høvuðssamstarvsnevndini í Sjúkrahúsverki Føroya skal lesast sum ein stórur stuðul til nú fyrrverandi sjúkrahússtjóran, Jóanis Erik Køtlum, sum segði upp fríggjadagin 8. mars, sigur Svend Erik Saxov, talsmaður fyri høvuðssamstarvsnevndina.

Í brævinum til Sirið Stenberg verður víst á, at starvsfólkini í sjúkrahúsverkinum undir leiðslu av Jóanis Erik Køtlum hava upplivað eitt mennandi, gevandi og professionelt samstarv, sum hevur breitt seg gjøgnum alt sjúkrahúsverkið, millum sjúkrahús, deplar, deildir, fakbólkar og starvsfólk.

Høvuðssamstarvsnevndin sigur seg undrast á, at landsstýriskvinnan í heilsumálum ikki vil kennast við teir trupulleikar, ið Jóanis Erik Køtlum vísir á.

-Tá Jóanis Erik Køtlum vísir á, at hann upplivir tvørrandi samskifti við Heilsu- og Innlendismálaráðið, og saknar stuðul og virðing frá tí politiska og fyrisitingarliga, eru vit sannførd um, at hann ikki tekur hetta úr ongum, skrivar samstarvsnevndin.

-Vit hava ein stjóra, sum dugir væl at samskifta, og tað á ein virðiligan hátt. Tí taka vit tað fyri fult, tá hann í síni uppsøgn vísir á ógvuliga vánaligt samskifti millum seg á Heilsu- og Innlendismálaráðið, sigur Svend Erik Saxov.

Hoyr innslag við at trýsta á pílin undir myndini. Innslagið var sent í útvarpstíðindunum á nátturða fríggjakvøldið 15. mars.

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. september
B36 tók risafet móti FM
98827
Mánadag 16. september
Norðurljóð 16.september 2019
98795
Sunnudag 15. september
Vælgagnist
98759
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. september
Móttøka í Tinganesi
98789
Mánadag 16. september
3-2
98799
Sunnudag 15. september
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
98752
Sunnudag 15. september
Andakt við Randi Froyseth
98749
Fríggjadag 13. september
Kaj Klein konsert í Maggies
98618