Radarin: Føroyskt heilsustýri skal skipast

10.04.2019 - 16:31
InnlendisHeilsa
Radarin: Føroyskt heilsustýri skal skipast
Atfinningarnar um, at sjúkrahúsverkið ikki verður stýrt nóg vitborið, verða svaraðar við, at ein heilsumyndugleiki skal stovnast at ráðgeva og stýra
Atfinningar koma innan úr sjúkrahúsverkinum um, at heilsufaklig stýring manglar úr erva
Mynd: savnsmynd  

Fyrsti stjórin fyri alt sjúkrahúsverkið stakk herfyri í sekkin eftir bara gott ár, tí samskiftið millum sjúkrahúsverkið og Heilsumálaráðið var so vánaligt.

Nú koma atfinningarnar innanífrá um, at yvirskipaða leiðslan av sjúkrahúsverkinum hvørki er greið ella nóg vitborin, og fyrrverandi varastjórin, Johan Jansson lýsir rætt og slætt manglandi yvirskipaðu stýringina sum eina "black box".

- Gamaní er ein játtan, men har eru ongi útgreinandi krøv yvirhøvur. Eingi heilsubúskaparlig aspekt, ongar ávísar "bíleggingar" innan medisin, psykiatri ella skurðviðgerðir, og har er eingin, sum vigar, hvat riggar, og hvat ikki riggar. Starvsfólkini eru sera eldhugað og dugnalig, men sjálvt virksemið er av hesum sama eitt sindur sum best ber til. Her manglar ein stovnur, sum er førur fyri at gera raðfestingar og stýra heilsufakliga strategiskt, sigur hann.

Pál Weihe, fyrrverandi læknastjóri og formaður í Lækknafelagnum hevur leingi strongt á at fáa ein stovn inn ímillum politisku leiðsluna og embætisverkið í Heilsumálaráðnum øðrumegin og heilsuverkið hinumegin.

- Vit eiga at gera eitt heilsustjóraembæti ella eitt heilsustýri í Føroyum, sum bæði skal hava ábrgdina av rakstrinum av øllum eindum í heilsuverkinum, og sum eisini hevur ábyrgd av tí strategiska greiningararbeiðinum, Heilsufakini mennast skjótt og støðugt, og tí er neyðugt at hava eitt embætið, sum hevur førleika at fylgja við, greina og granska og seta út í korti, sigur hann.

Shahin Gaini, yvirlækni í infektiónsmedisini váttar, at viðurskiftini ikki eru heilt so skipað, sum tey áttu at verið.

- Tá man arbeiðir á gólvinum er ofta ilt at skilja, hví hesir umsitingarligu trupulleikarnir eru. Men tá man hoyrir, hvat Johan Jansson sigur, so er tað okkurt, sum fellur uppá pláss, sigur Shahin Gaini, sum sjálvur fílist á, hvussu "ótrúliga óneyvt" krøvini eru orðað um, hvat starvsfólkini í heilsuverkinum skulu gera og levera.

Fyri Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, er tað eitt stórt framstig bara at kunna tosa um eitt felags heilsuverk, har politiska skipanin til fyri kortum brúkti nógva orku til at tosa um tey einstøku sjúkrahúsini. Hon tekur undir við og skilir partar av atfinningunum frá yvirlæknunum. 

- Eg dugi væl at síggja, at eitt millumlið manglar, sum skal vera eitt slag av mini-heilsustýri ella ein fólkaheilsumyndugleiki, sum kann geva politikarunum ráð at leggja strategiskar ætlanir, og sum eisini kann hjálpa okkum at hugsa nøkur ár fram. Vit eru byrjað í smáum, og í summar taka vit fyrsta stigið til hendan heilsumyndugleikan, sigur landsstýriskvinnan.

Luttakarar:

Johan Jansson, fyrrverandi varastjóri á Landssjúkrahúsinum

Pál Weihe, fyrrverandi læknastjóri og formaður í Lækknafelagnum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum

Shahin Gaini, yvirlækni

Lagt tilrættis:

Brynhild Thomsen

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846