- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tórshavnar Manskór vertur fyri íslendskum manskóri
Tórshavnar Manskór hevur úr at gera. Umframt at venja regluliga hvørja viku fer kórið javnan út at syngja. Mads Winther, formaður fyri kórið, sigur, at teimum dámar væl at ferðast, og tá skilja teir væl, tað er týdningarmikið at taka væl ímóti útlendskum kórum, sum koma hendanvegin. Um vikuskiftið vitjar Kallakór Hreppamanna í Føroyum. Íslendska kórið hevur konsert í Klaksvík leygardagin kl. 15, og Tórshavnar Manskór hevur konsert í Vesturkirkjuni sunnudagin kl. 16 saman við íslendska kórinum. - Tað at syngja er balsam fyri sálina, sigur Mads og leggur afturat, at tað er nógv, man skal hugsa um, tá man syngur. - Tað er ikki bara at stilla seg upp at syngja, man skal eisini hita upp, standa rætt og syngja reint, sigur Mads.
Tak niður