Pengar til viðgerð uttanlands brúktir í Føroyum

04.05.2019 - 13:39
InnlendisHeilsa
Pengar til viðgerð uttanlands brúktir í Føroyum
Fíggjarnevndin vil hava skil á játtanina til heilsuverkið

Í fleiri ár eru pengar, sum eru játtaðir til viðgerð uttanlands, brúktir til virksemi í Føroyum - bæði á Landsjúkrahúsinum, á Klaksvíkar Sjúrkahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsið.

Skil skal fáast á hetta, sigur fíggjarnevndin í álitinum í sambandi við viðgerðina av eykajáttan til heilsuverkið.

Tað kann ávirka politisku viðgerðina, at játtanin er til serstaka viðgerð uttanlands, og talan er um stórar upphæddir, sigur Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn og limur í Fíggjarnevndini.

Pengarnir verða eftir øllum at døma brúktir at taka viðgerðir heim við, sigur Ruth Vang.

Í Fíggjarnevndini liggur eitt yvirlit frá 2014, sum vísir, at góðar seks milliónir vóru brúktar til heimtøkur í 2014, fýra í 2015, seks í 2016 og níggju í 2017.

Í 2018 eru yvir 14 milliónir av játtanini til serstaka viðgerð uttanlands, brúktar í Føroyum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846