Bústaðir manglar fíggjarliga heimild

09.05.2019 - 15:07
InnlendisSamfelag
Bústaðir manglar fíggjarliga heimild
Bústaðir kann ikki gera avtalur við arbeiðstakarar uttan fíggjarliga heimild. Tí kemur stígur í samráðingarnar um at byggja fleiri íbúðir
Andras Róin, stjóri í Bústøðum

Bústaðarpakkin hjá landsstýrinum er settur á standby, í øllum føri nakrar mánaðir. Bústaðir skuldi fáa heimild at læna 250 milliónir at byggja fyri. Og harumframt skuldi bústaðarfelagið fáa heimild at byggja og selja lutaíbúðir. Men lógaruppskotið varð liggjandi í fíggjarnevndini, tá løgtingið fór í summarfrí.

Bústaðir er í holt við níggju ymiskar verkætlanir kring landið, sum skulu geva 209 íbúðir afturat til svanga bústaðarmarknaðin. Og tær eru pengar til.

Men politiska støðan ger, at eingin nýggj avtala afturat verður undirskrivað. Í øllum føri ikki fyrr enn fíggjarliga heimildin er komin upp á pláss. 

Og heimildin at byggja og selja lutaíbúðir er heldur ikki til staðar:

Nú løgtingið er farið í summarfrí má Andras Róin brynja seg við toli. Stjórin setir sítt álit á, at heimildirnar koma aftur á tingborð og verða avgreiddar - vónandi í heyst.

Hoyr samrøðu við Andras Róin við at trýsta á pílin undir myndini.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098