Tilmælið um menningarkvotur í ár er handað

09.05.2019 - 17:48
InnlendisPolitikkur
Tilmælið um menningarkvotur í ár er handað
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fekk tilmælið mánadagin, men vil ikki siga, hvat stendur í tí

Fiskimálaráðið fekk mánadagin handað tilmæli um menningarkvotur. Tilsamans 11.711 tons av svartkjafti, 3.159 tons av makreli og 4.695 tons av norðhavssild verða latin sum menningarkvota í ár. 

37 hava søkt um menningarkvotu ár. 

Nøgdirnar, sum søkjast kundi um hesaferð, eru munandi minni enn menningarkvoturnar fyri í fjør.

Størsti parturin av menningarkvotuni fyri í fjør als ikki fiskaður.

Ein høvuðsorsøk til at menningarkvoturnar í ár eru munandi minni enn kvoturnar fyri í fjør er, at í fjør vórðu tríggjar menningarætlanir latnar fyri fýra ár og ein fyri tvey ár. Hesi skulu tí hava burturav samlaðu nøgdini í ár.

Treytirnar, sum metingarnevndin arbeiddi út frá, eru at kalla tær somu í ár sum í fjør.

Nýggjur setningur í kunngerðini er, at nú stendur at "tá mett verður um økisrættarligu ávirkanina av menningarætlanini, skal størstur dentur leggjast á demografisku avbjóðingarnar í økinum".

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860