Skeiva pakkhús, onnur útgáva

10.05.2019 - 20:51
Lívsstílur
Skeiva pakkhús, onnur útgáva
Gist og Vist hevur yvirtikið matstovuna og fer at borðreiða við italskum mati
Hensy Samuelsen, høvuðskokkur, og Ester Remery, matstovuleiðari
Mynd: Leivur Thomsen  

Tað er ikki so frægt sum eitt ár síðani, at Leif Sørensen saman við øðrum lat upp nýggja matstovu í Skeiva pakkhúsi í Havn. Men nú hevur felagið Gist & Vist yvirtikið gamla pakkhúsið og fer at hava italska matstovu har.

Nýggja matstovan letur upp mánadagin 13. mei og kemur at eita "Skeiva Pakkhús", eins og tann undanfarna.

Vikuskiftissendingin var á gátt, har borðreitt varð við ymsum mati, sum verður at finna í matskránni. Henry Samuelsen, høvuðskokkur, greiðir frá m.a. einum serligum slagi av ravioli, sum er fylt við kjálkum.

Hetta er nakað, hann sjálvur hevur funnið uppá. Ester Remery, leiðari í matstovuni, greiðir frá sínum leikluti, umframt hvat vín verður á skránni. - Alt verður italskt, sigur hon, eisini vínið.

Tað er annars ikki so langt síðani, Gist & Vist lat upp matstovuna The Tarv. Herfyri yvirtók felagið Smyrjibreyðsbúðina í Havn og lat upp matstovina Bitan í sama staði. Næst fyri stendur kioskin hjá Astu á Vaglinum, so sigast má, at felagið ger nógvar og stórar íløgur, og tað gongur skjótt framá.

Spurdur um, hvussu útlitini eru fyri enn meira vøkstri hjá felagnum, sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, at tað væl er pláss fyri tí, tí í Føroyum eru færri matstovur pr. høvd enn í eitt nú Keypmannahavn. Hoyr innslagið í vikuskiftissendingini, har eisini maturin varð smakkaður.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098