Heimafriður: Syndarligur borgarstjóri í Runavík

12.05.2019 - 13:06
InnlendisUmhvørvi
Heimafriður: Syndarligur borgarstjóri í Runavík
- Eg taki synd í runavíkingum, at tey ikki hava ein betri borgarstjóra, sigur Trina Eysturoy úr felagnum Heimafriður.

- At vinnan verður tikin so langt fram um tann vanliga borgaran er faktiskt ræðandi, og eg taki synd í teimum í Runavík, at tey ikki hava ein betri borgarstjóra enn so.

Orðini eigur Trina Eysturoy úr felagnum Heimafriður.

Orsøkin er úttalilsini hjá Torbirni Jacobsen í útvarpstíðindunum leygarkvøldið.

 - At vænta, at tú í einum livandi samfelagi ongantíð skal hoyra nakað ljóð. Soleiðis verður tað ongantíð. Tað vóni eg ikki, tí so er tekin um afturgongd, segði Torbjørn Jacobsen millum annað.

Trina Eysturoy vísir á, tey ikki stremba eftir einum ljóðleysum samfelagi; men tey klaga um óneyðugan gang og ristingar frá ljósmoturunum frá skipunum.

"Havnin kom áðrenn fólkini"

Torbjørn Jacobsen vísti eisini á, at fólk mugu tola nakað av larmi, tí tey hava sjálvi valt at búgva við havnarlagið.

 - Havnin kom áðrenn búsetingina. So øll tey, sum hava sett seg niður her, kenna fortreytirnar, segði Torbjørn Jacobsen.

Men ta grundgevingina keypir Heimafriður ikki.

 - Tú kanst ikki krevja av búfólkið, at tey skulu gera síni hús um, hvørja ferð kommunan gevur loyvi til, at ídnaðurin kann gera so nógvan gang, at fólk ikki kunnu vera í sínum egna húsi, sigur Trina Eysturoy.

Ósemja um tøl

Torbjørn Jacobsen vísti á, at kommunan hevur kannað, hvat tað kostar at veita streym til skipini frá landi. Men tað verður dýrt. Hann vísti á, at royndirnar í Noregi vísa, at tað kostar millum 8 og 10 milliónir krónur fyri hvørt skipið.

 - Skulu vit hava landsstreym til øll skipin, sum liggja við Runavíkar Havn, so verður tað ein íløga, ið er millum 150-200 milliónir krónur.

Men tað roknistykkið keypir Heimafriður ikki.

 - Tað eru ógvuliga vánaligar samráðingar, um hatta er nakað, hann hevur samráðst seg til, sigur Trina Eysturoy, sum vísir á á onnur tøl úr Noregi, sum siga, at tað kostar 28 milliónir norskar krónur at veita ravnmagn til 40 skip.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860