– Øll skulu hava rætt at ganga ókeypis í haganum

26.05.2019 - 15:56
InnlendisSamfelag
– Øll skulu hava rætt at ganga ókeypis í haganum
Tummas Rubeksen, festari, finst at øðrum festarum, ið taka gjald frá fólki fyri at ganga í haganum
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Tummas Rubeksen, festari á Húsagarði í Havn, heldur lítið um avgerðina hjá André Kruse, festara í Saksun, ið hevur gjørt av at taka gjald frá fólki, ið ætla at ganga út á Lógv.

Orsøkin er, at fyri at sleppa út á Lógv í Saksun, er neyðugt at ganga ígjøgnum festið hjá honum, og hann vil hava nakað burturúr teimum ferðandi.

Men hetta fellur ikki í góða jørð hjá øllum. Tummas Rubeksen, festari, heldur lítið um, at aðrir festarar taka gjald frá fólki fyri at ganga í haganum.

Tað eigur at vera grundleggjandi rættur hjá øllum, at ganga frítt í føroysku náttúruni uttan at gjalda fyri tað. 

Ískoyti: Í innslagnum kom ikki fram, at Tummas Rubeksen sjálvur fæst við ferðavinnu. Tað var eitt mistak frá Kringvarpsins síðu, at tað ikki kom fram í innslagnum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. juli
Morgunlestur mikudagur 23. juli 2025
194846
Týsdag 22. juli
Morgunlestur týsdagur 22. juli 2025
194833
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
194845 - teknmálstulkað
194872
Mikudag 23. juli
194550 - teknmálstulkað
194868
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844