Televarpið fer at senda frá smærri ítróttargreinum

29.05.2019 - 19:09
ÍtrótturAnnar ítróttur
Televarpið fer at senda frá smærri ítróttargreinum
Tað er gott fyri smærri ítróttargreinirnar, at tær vera sjónligari, sigur Petur Mittún aðalskrivari hjá ÍSF

Nú sleppa minni føroyskar ítróttargreinar framat á flatskíggjum kring landið. Televarpið og ÍSF hava gjørt avtalu um at senda ítrótt beinleiðis á pallunum hjá Televarpinum.

Umtala skapar enn meira umtalu, serliga fyri tær minnu ítróttargreinarnar, sigur Petur Mittún, sum er aðalskrivari í ÍSF.

Hvørgin parturin skal gjalda nakað fyri avtaluna, í hvussu er í fyrstu syftu.

Avtalan er galdandi fyri 2019 og 2020. Ætlanin er, at ítrótturin verður sendur á Rás1, um televarps-appina og á netvarpinum á adressuni tv.fo.

Kundar hjá Televarpinum skulu ikki gjalda meir fyri nýggju tænastuna í fyrsta umfari, verður sagt.

Hoyr samrøðu við Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF, og Edvard í Skorini, stjóri í Televarpinum her.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860