Avlýsing broytir ikki Royal Run

30.05.2019 - 10:27
ÍtrótturAnnar ítróttur
Avlýsing broytir ikki Royal Run
Guttorm Sørensen sigur tað vera harmiligt, at Fríðrikur krúnprinsur noyðist at sita á síðulinjuni og hyggja at, men hetta broytir ikki tiltakið

Fríðrikur, krúnprinsur, fer ikki at renna í Klaksvík til Royal Run, sum er leygardagin. Prinsurin hevur aftur fingið ein diskusprolaps, sum ger, at hann noyðist avlýsa sína luttøku í Royal Run.

Men hann kemur til Klaksvíkar, hóast hann ikki luttekur í sjálvari renningini.

Guttorm Sørensen, rennari og ein fyriskiparunum, sigur tað vera harmiligt, at Fríðrikur krúnprinsur noyðist at sita á síðulinjuni og hyggja at, meðan føroyingar renna Royal Run í Klaksvík leygardagin, men hetta broytir ikki tiltakið.

3.800 fólk hava meldað seg til Royal Run.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537