Stuðulin stóran týdning

10.06.2019 - 14:17
InnlendisUmhvørvi
Stuðulin stóran týdning
At fáa góðar 18 milliónir til royndarverkætlan um sjóvarfalsorku, kann gera, at vit skjótari røkka málinum um at gagnnýta sjóvarfall, sigur SEV

Royndarverkætlanin við sjóvarfalsorku í Føroyum, sum SEV og svenska fyritøkan Minesto samstarva um, hevur fingið játtaðar 2,5 milliónir evrur í stuðli úr Horizon 2020 grunninum hjá ES. Hetta svara til um 20 milliónir krónur.

Og stuðulin kann hava við sær, at SEV skjótari finnur eina tøkni, sum kann framleiða sjóvarfalsorku í føroyskum sjóøki, sigur Terji Nielsen.

SEV og svenksa fyritøkan Minesto hava formliga samstarva um royndarverkætlanina síðani november í fjør, og tær 2,5 milliónir evrurnar frá ES verða ítøkiliga latnar til arbeiðið at seta tveir Deep Green drekar út í Vestmannasund. Terji Nielsen sigur, at hesir drekarnir møguliga riggar betri til føroyska umhvørvið enn stórar og tungar sjóvarfalsturbinur, sum verða festar á havbotnin, tí rákið í Føroyum hevur víst seg ikki at verða nóg hart til turbinurnar.

Terji Nielsen vísur tó á, at sjóvarfalsorka framvegis er á royndar- og menningarstøði, og at tað framvegis er torført at finna eina sjóvarfalstøkni, sum kann framleiða streym í Føroyum í nøgdum sum eru fíggjarliga burðardyggar.

"Royndarverkætlanin heldur áfram í tvery ár aftrat, og eydnast tað at fáa drekarnar at rigga, og at framleiða so stórar nøgdir av streymi, so kann SEV fara at nýta hesa tøknina at framleiða streym um nøkur ár", sigur Terji Nielsen. Hann leggur tó aftrat, at hetta veldst um, hvørt hetta loysir seg fíggjarliga og tøkniliga.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444