27 milliónir neyðugar fyri at framtíðartryggja LS

14.06.2019 - 12:56
Innlendis
27 milliónir neyðugar fyri at framtíðartryggja LS
Talan er um neyðugar íløgur, sum skulu til fyri at framtíðartryggja sjúkrahúsið. Tað sigur Margit Stórá, virkandi stjóri í sjúkrahúsverkinum.

Tað hevur verið umtalað sum ein samanseting av ynskjum og krøvum, sum brúkarin - tað vil siga Landssjúkrahúsið, hevur til bygningina av H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Men Margit Stóra, sjúkrahússtjóri, vissar um, at talan ikki er um ynski, men neyðugar íløgur.
Tá farið varð undir útbyggingina av Landssjúkrahúsinum varð avgjørt at bíða við parti av tøknini til seinni í prosessini, tí menningin innan økið gongur skjótt. Og nú verður mett, at hetta fer at kosta um 27 milliónir.
Í mai gjørdist greitt, at meirkostnaðurin av H-bygninginum verður 51 milliónir. Og í tí sambandi vóru nevndar 27 milliónir, sum kunnu koma afturat. Og tað eru hesar 27 milliónirnar, sum eru neyðugar, fyri at framtíðartryggja Landssjúkrahúsið, sigur virkandi stjórin í sjúkarahúsverkinum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846