Í dag endar flaggsiglingin

23.06.2019 - 11:26
Innlendis
Í dag endar flaggsiglingin
- Hetta kennist sum at vinna í lottarínum, sigur Jens Marius Poulsen, sum hevur samskipað siglingina

Í gjár silgdi flotin av Toftum á Tvøroyri har Jóansøka er.

Fyrrapartin fóru allar skipsmanningarnar við bussi til Fámjin, har merkjagudstænasta byrjaði í Fámjins kirkju klokkan 14.

Byrjað var við skrúðgongu á vegnum niðan fyri barnaheimið hjá Jens Olivuri Lisberg og heim í kirkjuna, har Jógvan Fríðriksson, bispur, og Jónsvein Bech, sóknarprestur, hava gudstænastu.

Vit, sum hava verið við, kunnu ikki annað enn vera stak væl nøgd við hetta tiltakið, sum hevur verið fyrireikað í eini tvey ár, sigur Jens Marius Poulsen.

Veðrið hevur sum heild verið avbera gott, og alt hevur gingið upp á stás. 

Endmálið við flaggsiglingini hevur verið at heiðra Merkið og at kunna um Føroyar í dag.

Merkjagudstænastan í Fámjns kirkju verður send í sjónvarpinum í dag, sunnudagin, klokkan 16.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444