Páll: Høgni gloymir veikasta økið í landinum

04.07.2019 - 13:34
InnlendisPolitikkur
Páll: Høgni gloymir veikasta økið í landinum
Páll á Reynatúgvu stendur við sín kritikk móti landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum bara gevur Sandoynni "molar" av menningarkvotu

-Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skuldi brúkt sítt politiska vald til at givið Sandoynni sín stóra part av menningarkvotunum.

Tað sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður og tingmaður fyri Tjóðveldi í hvassari atfinning móti Høgna Hoydal.

Tað byrjaði við einum lesarabrævi, har Páll á Reynatúgvu undir yvirskriftini "Molar til Sandoynna" fanst hvassliga at, hvussu Høgni Hoydal hevur býtt út menningarkvoturnar fyri 2019. Hóast Høgni Hoydal royndi at sissa sín tingmann, so stendur Páll á Reynatúgvu við sítt.

Umframt at finnast hvassliga at drúgvu viðgerðartíðini - tað tók metingarnevndini og Fiskimálaráðnum meira enn fýra mánaðir at svara - so eftirlýsir Páll á Reynatúgvu, at landsstýrismaðurin tekur avgerðir og brúkar sítt politiska vald til at býta út menningarkvotur til økið, sum hevur mest brúk fyri tí. Tað vil siga Sandoynni.

Thor og Sandoy Seafood fingu hesaferð 500 tons av makrelkvotu og 1000 tons av sildakvotu, og somu nøgd fekk reiðaríið Vørustíggjur, sum eigur Eysturbúgvan. Í báðum førum er talan um eitt ára kvotur.

Hoyr innslag við at trýsta á pílin undir myndini.
 

 

FAKTA: Lesarabrævið hjá Páll á Reynatúgvu á Facebook, 2. juli:

Molar til Sandoynna

Fyri ikki at órógva støðuna hjá møguligum umsøkjarum úr Sandoynni valdi eg at tiga í fjørheyst, tá bert nøkur tons av menningarkvotu endaðu í Sandoynni.

Menningarkvoturnar gjørdu tó góðan mun aðrastaðni í landinum, har ferðasambandið ikki avmarkar arbeiðsmøguleikarnar. Tað kom uttan iva væl við har, og væl gangist teimum.

Við stóru avbjóðingunum, ið Sandoyggin hevur, er eingin ivi um, at menningarkvoturnar her kundu gjørt stórt gagn.

Spenningurin var tí ikki ongin hesu ferð í sambandi við útlutingina av menningarkvotunum. Eg visti, at umsøkjarar úr Sandoynni høvdu fyrireikað seg væl, og umfatandi ætlanir eru á borðinum. Ætlanir, ið kundu lyft økið aftur, so sum ætlanin við menningarkvotunum er.

Hesir umsøkjarar hava bíðað í spenningi, meðan landsstýrismaðurin í onkrum slagi av atgerðarloysi enn einaferð læt vinnuna bíða eftir sær.

Nú úrslitið - fleiri mánaðir ov seint - verður kunngjørt, er vónbrotið stórt, tí Sandoyggin aftur bert fekk molarnar av Høgnasa borði. Freistandi er at halda at metingarnevndin er polittiska skálkaskjólið hjá landsstýrismanninum.

Eg havi til tað síðsta vónað, at Sandoyggin fekk ein lítlan møguleika aftur at gera seg galdandi á fiskivinnuøkinum. Men við smáum molum, ið einans eru galdandi fyri eitt ár, er torført at byggja nakað varandi upp. Uttan mun til hvør ið fingið hevur molarnar.

Tann skaði, ið manglandi evnini hjá landsstýrismanninum at avgreiða mál hevur gjørt á okkara einaferð so stolta flokk, er ringur at spáa um.

Sandoyar Tjóðveldisfelag hevur heitt á meg um at stilla upp til Løgtingsvalið, og eg havi avgjørt at játta. Flokkurin hevur tørv á eini mótvekt til tað linju, ið verandi leiðsla hevur lagt. Avgreiðslan, og útlutanin av menningarkvotunum, er enn eitt tekin um tað.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858