Einki bendir á skeivar dátur frá telefyritøkum her

28.08.2019 - 12:43
InnlendisTøkni
Einki bendir á skeivar dátur frá telefyritøkum her
Einki bendir á, at teledátur, sum politiið fær frá føroyskum telefyritøkum, eru misvísandi eins og tær í Danmark. Linda M. Hesselberg er varafúti:
Linda Margrethe Hesselberg.

Higartil er einki, sum bendir á, at teledátur, sum politiið fær frá føroyskum telefyritøkum, eru misvísandi eins og tær, politiið hevur fingið frá telefyritøkum í Danmark.

Tá ákærur eru skrivaðar í Føroyum, eru dátur um fartelefonir og telemastrar viðhvørt brúktar til at prógva, at fartelefonin hjá tí ákærda hevur verið á ávísum staði  ávísa tíð.

Í Danmark er stórt mál um júst hetta, tí teledáturnar eru vorðnar misvísandi í ymisku teldukervunum, sum tær eru farnar gjøgnum.

Men einki er funnið higartil, sum bendir á, at hesin trupulleikin eisini er galdandi fyri dátur frá telefyritøkum í Føroyum.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860