- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krevur ikki stórsigur

Spanski landsliðsvenjarin Robert Moreno krevur ikki nakran stórsigur av sínum monnum, nú heimsstjørnurnar á hansara liði skulu dystast við Føroyar í kvøld.
- Vit mugu vísa øllum liðum virðing, vit mugu skora eitt mál, og gera vit tað, fara vit eftir tí næsta. Sjálvandi er tað betri við seks málum heldur henn fýra, men tað er ikki endamálið, sigur Robert Moreno, spanskur landsliðsvenjari.
Teir, sum byrja inn á føroyska liðnum ímóti Spania eru:
Gunnar Nielsen í mál, Heini Vatnsdal, Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson í verjuni. Sølvi Vatnhamar, Brandur Olsen, Hallur Hansson og Viljormur Davidsen á miðvøllinum, og Jóan Símun Edmundsson, Klæmint Andrasson Olsen og Jóannes Bjartalíð í álopinum.
Tak niður