Nógvar fráboðanir um skaðar í illveðrinum

15.09.2019 - 13:43
InnlendisSamfelag
Nógvar fráboðanir um skaðar í illveðrinum
Tíbetur vóru eingir ógvusligur skaðar og eingin fólkaskaði, men nógvir skaðar vóru í illveðrinum í gjár og í nátt

Løgreglan hevði út við 50 fráboðanir um skaðar, men løgreglan veit um fleiri skaðar enn teir, tey hava fingið boð um.

Nógvir smáskaðar vóru, millum annað lutir, sum fuku í vindinum, húsatekjur, húsaklædningur og annað, sum loysnaði.

Serliga ringt í Eysturoy

Tíbetur vóru ikki nakrir ógvusligur skaðar, sum vit fyrr hava upplivað í illveðri, sigur vakthavandi á løgreglustøðini, Hallgrím Hansen.

Millum hendingarnar kunnu nevnast, at tveir lyktapelar fóru í vindinum, onkrir bilrútar brotnaðu, og ein bingja feyk á havnalagnum í Leirvík, men bingjan bleiv tryggjað, áðrenn hon gjørdi nakran skaða.

Serliga í norðara parti av Eysturoynni vóru nógvir skaðar, men annars vóru fráboðanir kring alt landið.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444