Andstøðan meirilutan í Vinnunevndini

18.09.2019 - 12:37
InnlendisPolitikkur
Andstøðan meirilutan í Vinnunevndini
Samgonguni nýtist ikki at stúra, tí hon ikki hevur meiriluta í Vinnunevndini, tí andstøðan fer ikki at brúka tað. Bjørt Samuelsen er forkvinna
Bjørt Samuelsen heldur fram sum forkvinna í Vinnunevndini, hóast hon nú er í andstøðu

Samgonguni nýtist ikki at stúra, hóast hon hvørki hevur meiriluta ella formann í Vinnunevndini, sum er tann mest týðandi í løgtinginum næst eftir Fíggjarnevndina.

Tað sigur Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi, sum heldur fram sum forkvinna.

Millum annað broytingar í fiskivinnulóggávuni fara í Vinnunevndina, men tær verða ikki súltaðar har, sigur Bjørt Samuelsen:

Bjørt Samuelsen verður forkvinna í Vinnunevndini í tvey ár. Síðani tekur Javnaðarflokkurin við.

Javnaðarflokkurin hevur tveir limir í Vinnunevndini, teir eru Bjarni Hammer og Henrik Old.

Andstøðan hevur eisini meirilutan í Mentanarnevndini. Har hava Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eisini gjørt avtalu um at býta formanssessin millum sín í valskeiðinum.

Djóni Nolsøe Joensen í Javnaðarflokkinum verður fyrri formaðurin har. Beinta Løwe í Tjóðveldi tekur við um tey ár. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418