Heimavirkisvirkisfelagið fegnast um uppskotið

13.10.2019 - 15:19
Innlendis
Heimavirkisvirkisfelagið fegnast um uppskotið
Landsstýrið hevur sent uppskot til hoyringar um broytingar í lógini um skatt og avgjøld, so heimavirkisvirksemi sleppur undan mvg og fær skattalætta

Fyri fimtu ferð er uppskotið um at avtaka meirvirðisgjald á heimavirkisvørum og geva skattalætta til tey, ið gera heimavirkisvørur, lagt fyri Løgtingið.

Tað er fólkaflokkurin, sum eigur uppskotið, og tað varð felt í 2015, 2016, 2017 og fyrr í ár.

Í andstøðu fekk fólkaflokkurin ikki meiriluta fyri uppskotinum, men hesaferð kemur uppskotið frá landsstýrinum.

Forkvinnan í Heimavirkisfelagnum, Margretha Hermansen, fegnast um uppskotið.

Ætlanin við uppskotinum er, at heimavirkisvirksemi skal sleppa undan meirvirðisgjaldi, og bert tann parturin, sum fer uppum 50.000 krónur árliga, skal skattast við 15 prosentum. Forkvinnan í Heimavirkisfelagnum sigur, at tað ger stóran mun.

Fyrr í ár talaðu Maj-Britt Jacobsen og Sissal Kristiansen at uppskotinum. Tær arbeiða við føroyskari sniðgeving og klædnaframleiðslu.

- Tað er niðurgering av okkara yrki, at politikarar tosa um okkara vinnu sum eitt ítriv, og ikki sum eina vinnu, sum er við til at halda samfelagnum uppi, sigur Sissal kristiansen, sum eigur Shisa Brand.

Maj-britt Jacobsen, sum eigur handilin Marjun Heimá, sigur, at tey ikki kunnu kappast við heimavirkisfeløg.

Margretha Hermansen er ikki samd í, at tað er keðiligt fyri vinnuna, at tey, sum binda sum ítriv fáa hesar sømdirnar. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595