– Skulu ikki gjalda fyri at eiga børn í Føroyum

16.10.2019 - 13:44
InnlendisHeilsa
– Skulu ikki gjalda fyri at eiga børn í Føroyum
Kaj Leo Holm Johannesen lovar at gera alt fyri, at føroyingar búsitandi í Danmark, ikki skulu gjalda fyri at koma til Føroya at eiga

Tað kom púra óvart á føroyska parið Rósu Heinesen og Niels Rødgaard, tá Rósa átti sonin á Landssjúkrahúsinum - og síðani fekk at vita, at tey fingu eina rokning sendandi. Rokningin fór í minsta lagi at vera 26.000 krónur. 

Parið kom til Føroya í eini neyðstøðu, tí mamma Niels liggur til at doyggja. Orsøkin til rokningina var, at parið er búsitandi í Danmark.

Kaj Leo Holm Johannesen, sum varðar av økinum, lovar at hyggja nærri at, hvussu slík støða ikki kemur fyri. Enn er ikki greitt, um júst hetta føroyska parið fer at sleppa undan at gjalda. Landsstýrismaðurin lovar, at hann skal gera sítt fyri, at rokningin verður tikin aftur.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098