Maria Guttesen við nýggjum staklagi

18.10.2019 - 20:45
Lívsstílur
Maria Guttesen við nýggjum staklagi
Hon hevur sjálv staðið fyri øllum, alt frá at spæla til at taka upp og ljóðblanda
Maria Guttesen
Mynd: Leivur Thomsen  

Maria Guttesen gevur í dag eitt nýtt staklag út, sum nevnist Don't Make Do. Hetta er fyrstu ferð í 11 ár, at hon gevur nakað út í egnum navni. Í 2008 gav hon útgávuna Wide Open út. Arbeiðshátturin tá var, at hon spældi øll ljóðføri sjálv. Tað ger hon eisini á hesum staklagnum, hvørs tekstur snýr seg um avriksótta. Tekstin eigur Lene Drachman, meðan Maria hevur gjørt lagið. Tó at Maria hevur gjørt tað mesta sjálv við spælingini og framleiðsluni, hevur hon fingið bróður sín, Gunnar Guttesen, at hjálpa sær, sum syngur kór á upotøkuni. Kona hansara, Anna á Váli Guttesen, spælir cello á staklagnum. Kasper Sandberg Larsen hevur hjálpt til við at ljóðblanda. Maria hevur tó ikki gingið fyri onki hesi 11 árini. Hon hevur arbeitt nógv saman við gittaristinum Peter Steenild, og saman hava tey kortsíðani givið út tónleik. Í sambandi við útgávuna kom Maria á gátt í studio 5 til eitt beinleiðis prát í sendingini Vikuskifti

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537