Lættur levnaður við Gjógv

25.10.2019 - 18:26
ListTónleikur
Lættur levnaður við Gjógv
Paul Newton, fyrsti bassistur hjá Uriah Heep, kemur til Føroya at spæla við Deiggj
Bólkurin Deiggj. Frá vinstru: Pætur Mohr Dam, Dennis Lave, Sverri Heinesen, Fróði Vestergaard og Páll Lave. Rani Christiansen vantar á myndini
Mynd: Leivur Thomsen  

Um vikuskiftið skipa bólkurin Deiggj og Gjáargarður fyri tiltaki við Gjógv. Talan er um konsert í bygdarhúsinum við tónleiki hjá Uriah Heep umframt mat á Gjáargarði. Tiltakið ber heitið "Easy Livin'", sum annars er heitið á einum sangi hjá Uriah Heep. Lagt verður upp til lættan levnað og hugna í fjarskotnu bygdini. Hetta er fjórðu ferð, tiltakið verður hildið, og tað serliga í ár er, at 50 ár eru liðin, síðani Uriah Heep varð stovnaður. Sum nakað forkunnugt hevur Deiggj fingið fyrsta bassistin í Uriah Heep, Paul Newton, at koma til Føroya at spæla við sær. Paul Newton spældi við á trimum teimum fyrstu útgávunum hjá Uriah Heep, til hann varð avloystur av Gary Thain, tá bólkurin skuldi í upptøkuhøli at taka upp tónleikin til útgávuna Demons and Wizards. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá Fróða Vestergaard í Villumsgøtu í Havn, har limirnir í Deiggj vóru savnaðir, áðrenn teir løgdu leiðina til Gjáar.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860