Breddin

Breddin: Dubbaðar hýrur og profittur
30-10-2019
Tá tilfeingisrentan ikki verður tikin inn, bólgna hýrur og profittur í fiskivinnuni

Ætlanin um aftur at broyta fiskivinnulógina festir nýtt lív í kjakið um tilfeingisrentuna, hvussu stór hon er - og hvussu stóran part av henni landskassin skal krevja inn.

Tilfeingisrentan er virðið á framíhjárættinum at sleppa at fiska

Ein høvuðsbroyting í nýggja fiskivinnupolitikkinum er, at uppboðssølan av veiðirættindum fer í søguna og harvið eisini besti mátin at finna útav, hvat virði tilfeingið í havinum hevur fyri tey, sum vilja fiska tað.

Hin mátin at áseta virðið á tilfeinginum er at rokna tað út. 

Hans Ellefesen er serfrøðingur í tilfeingisbúskapi. Hann hevur skrivað Ph.D.-ritgerð um tilfeingsbúskap, hevur verið ráðgevi í Fiskimálaráðnum og undirvísir og granskar í dag á Fróðskaparsetrinum.

Hann greiðir frá, hvussu búskaparfrøðin roknar seg fram til milliardastóru tilfeingisrentuna, og hvussu hýrur og profittur í fiskivinnuni ávirkast av, hvussu nógv ella lítið landið velur at taka inn av henni.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Vit duga ov illa at raðfesta rúsevnismisnýtarar og landsstýriskvinnan ætlar at gera broytingar í fiskavirkisskipanina
16-10-2026
Hvussu raðfestir fólkaskúlin tøkni, og er fólkaskúlin farin ov langt við tøknini á summum økjum
15-10-2026
Prísurin er hækkaður munandi, síðani samgongan strikaði mvg á bensini og dieseli í vár. Er ætlanin at seta nýggj tiltøk í verk, verður spurt í sendingini
13-10-2026
Myrk skýggj eru at hóma yvir sigursvanda fótbóltsfelagið í Onglandi, Manchester City
09-10-2026
Hóast landsstýrið ætlar at fremja sparingar, er ivasamt, um meiriluti verður fyri teimum, og hvussu haldgott er fíggjarlógaruppskotið, verður spurt í sendingini
08-10-2026
Eru vit í holt við at skapa okkara egna Frankenstein - eina tøkni, sum vit hava gjørt, men ikki vita, um vit megna at stýra, verður spurt í sendingini
06-10-2026
Umleið 120 vinnulívsfólk hava verið í Grønlandi seinastu dagarnar, og avtala er gjørd um at styrkja bondini millum londini
02-10-2026
Fíggjarlógin og vaktar- og bjargingarskipini eru evnini í Breddanum í dag.
01-10-2026
Hvussu tryggja vit vælferðina í framtíðini? Hvussu tryggja vit, at fólk trívast, orka og kunnu vera við í samfelagnum, verður spurt í sendingini.
29-09-2026
Seinastu fimm árini eru prísirnir á mati og drykkjuvørum hækkaðir meira enn 30 prosent. Og bara seinasta árið er kjøt dýrkað nærum átta prosent
25-09-2026
Hevur USA fingið tað burturúr, sum ætlanin var, tó uttan at fáa Grønland, og hvussu við grønlendska sjálvsavgerðarrættinum, verður spurt í sendingini
24-09-2026
Hvussu tryggja vit demenssjúkum og avvarðandi betri umstøður ? og hvat ber nýggja trygdaravtalan millum Grønland, Danmark og USA ítøkiliga við í sær.
22-09-2026